Nú eru vit har, at KÍ kann vinna FM komandi umfar.
KÍ vann ein uppibornan 2-0 á Eiði í kvøld. Odmar Færø og Jóannes K. Danielsen skoraðu málini. Sigurin ger, at KÍ nú kann vinna FM sunnudagin. Tað hendur, um KÍ fær fleiri stig enn B36 í umfarinum sunnudagin. KÍ spælir á heimavølli móti sera skerdum ÍF-liði, meðan B36 møtir Víkingi í dystinum millum liðini, sum ongan dyst hava tapt eftir summarsteðgin. Víkingur hevur tó fult stigatal og heimavøll, so í lutfalli koma veddingarfyritøkurnar helst at geva KÍ eini 70-80 % møguleika at vinna FM longu sunnudagin.