Tað hevur verið ivamál, hvussu mannagongdin er fyri, nær eitt lið vinnur eitt ferðasteyp til ognar.
Núverandi ferðasteyp bleiv latið í 2019. Og í ár hevur KÍ vunnið steypið triðju ferð á rað. Tað merkir, at KÍ vinnur steypið til ognar. Hetta er fyrstu ferð síðani 1968, at KÍ vinnur eitt FM-steyp til ognar.
FaroeSoccer skrivar:
Landskappingin
Ferðasteypið verður latið tí felag til ognar, sum fyrst vinnur tað trý ár á rað ella fimm ferðir tilsamans.
Steypakappingin
Spælt verður í 10 ár um ferðasteypið. Steypið ognast tí felagi, sum hevur vunnið tað flestar ferðir hesi 10 árini. Um eingin hevur kjans at fáa eitt felag aftur eftir eitt ávíst áramál, verður givist við kappingini, og nýtt steyp latið at kappast um. Stendur á jøvnum millum tvey feløg ella fleiri eftir 10 ár, verður hildið fram at kappast um steypið, inntil eitt felag hevur vunnið tað oftast.
Yvirlitið niðanfyri er frá FaroeSoccer.