Nýggjur kappingarleistur byrjar í 2024 fyri altjóða kappingarnar. Tað saman við høga styrkistalinum hjá KÍ ger, at KÍ á pappírinum fer at hava betri møguleika enn hesi síðstu árini at koma í bólkaspæl.
Stóra broytingin er bólkaspælið, meðan undanumførini minna nógv um tey, sum eru nú. Einki undanumfar verður og 28 lið verða í 1. undanumfari ímun til 30 lið í ár. Hetta ger, at bestu liðini sum t.d. meistararnir úr Ungarn og Svøríki, sum KÍ møtti í ár, men sum bæði byrjaðu í 1. umfari, byrja í 2. umfari. Annars er framvegis so, at vinnararnir frá 1. umfari altíð enda fyrst í Evropa League, um tey seinna tapa, meðan tapararnir í 1. umfari fara beinleiðis í Conference League eins og í ár. 1. umfar verður sostatt framvegis lyklaumfarið og har verður nú mest sannlíkt, at tað ikki verður neyðugt við nakrari sensatión hjá KÍ fyri at koma víðari, tí tey flestu mótstøðuliðini eiga at verða at ''tosa'' við.
At KÍ er komið í bólkaspæl ger, at KÍ hevur 9.500 styrkisstig. Hetta talið kann hækka, um KÍ fær minst fýra stig í bólkaspælinum. Og sum útlitini eru nú, so fer hetta at verða nokk til, at KÍ verður styrkismett í 1. umfari. Tað hevur einki føroyskt lið verið áður okkum vitandi. Enn eru bara tvey lið endaliga staðfest. KÍ og Víkingur Reykjavík. Talvan niðanfyri vísir, hvussu styrkismetingin hevði verið, um kappingarnar endaðu nú. Og har skal nokkso nógv broytast, um KÍ ikki verður styrkismett.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í bólkaspælinum í UEFA Conference League í 2023 hava: