Á KÍ-liðnum væntast onkur broyting í mun til dystin móti B68.
René S. Joensen hevur ikki spælt frá byrjan síðstu dystirnar vegna skaða, men hann er nú tøkur aftur. Hinvegin er Jesper Brinck neyvan tøkur, men hann er við í Kosovo. Heini Vatnsdal og Páll A. Klettskarð sótu á bonkinum seinast, men byrja vanliga inni, tá besta liðið há KÍ spælir altjóða dystirnar.
Dysturin í Kosovo byrjar kl. 19.00 og verður vístur á R5.
UEFA Europa Conference League umrøðan 2022 av KÍ á bolt.fo er gjørd í samstarvi við: