Tríggir dystir vóru á skránni í Betri Deildini hjá kvinnum. HB tók á heimavølli ímóti 07 Vestur, har støðan gjørdist 2-1 til heimaliðið. Talan var annars um javnan dyst, har 07 Vestur eisini var á odda 2-1 í hálvleikinum. Men HB fekk javna stutt inn í seinna hálvleik, og tá eitt gott korter restaði í, legði HB seg á odda. HB fekk eisini avgjørt dystin tá 10 minuttir vóru eftir at leika. Støðan gjørdist 4-2 til HB og liggur HB nú á 3.plássi.
Við Løkin í Runavíki var B36 á vitjan. Liðini deildu stigini, har tað gjørdist málleyst. Við Margáir leiktu EBS/Skála og KÍ, og gjørdist tað til ein 5-1 sigur til oddaliðið. Sostatt gjørdist KÍ greitt oddalið soleiðis sum úrslitini lagaðu seg í kvøld.
Úrslitini í kvøld:
HB - 07 Vestur 4-2 (1-2)
NSÍ - B36 0-0
EBS/Skála - KÍ 1-5 (1-2)