Kára A. Sigurðsson og Sara Benjaminsen hava viðgongd í FC Nordsjællandi, har tær hava vunnið bæði norðurlendska meistaraheitið og danska meistaraheitið hjá U18 og U19, hóast tær bara eru 16 ára gamlar.
16 ára gamla Kára A. Sigurðsson, ið er uppvaksin í KÍ, skifti til FC Nordsjælland á sumri 2025, tá hon gjørdi sáttmála, meðan 16 ára gamla Sara Benjaminsen, sum er uppvaksin í Skála, skifti til FC Nordsjælland í vetur, har hon gjørdi sáttmála. Báðar fylla 17 ár seinni í ár.
FC Nordsjælland er eitt av bestu feløgum í Danmark á kvinnusiðuni og vann danska meistaraheitið í 2024. Tað er eitt felag á bæði kvinnu- og mannfólkasíðuni, sum raðfestir menning av ungum leikarum høgt.
Í løtuni liggur besta kvinnuliðið hjá FC Nordsjællandi á 3. plássi í bestu deildini, aftanfyri HB Køge og Brøndby.
Gera um seg á U19-liðnum
Kára og Sara spæla við U19-liðnumn hjá FC Nordsjællandi og tær hava veruliga gjørt um seg. FC Nordsjælland hevur longu tryggjað sær meistaraheitið og er heili 15 stig frammanfyri Fortuna Hjørring á 2. plássi. Og fyrr í ár vann U18-liðið, sum var tað sama liðið vegna unga aldurin á U19-hópinum, hjá FC Nordsjælland norðurlendska meistaraheitið, sum var kapping sum var hildin í Svøríki millum liðini, sum endaðu nummar eitt og tvey í Danmark, Norra og Svøríki.
Hyggja vit eftir toppskjúttaralistanum í landskappingini, so hevur Kára skorað sjey mál og Sara hevur skorað fimm mál. Í vikuskiftinum spældi FC Nordsjælland á Brøndby leikvøllinum móti Brøndby, sum er nummar trý. Kára og Sara byrjaðu inni og Sara skoraði annað av málum í 2-1 sigrinum.