Vit hava hugt eftir royndum fyri feløg í altjóða fótbólti.
Teir flestu føroyingarnir á KÍ-liðnum hava eisini landsdystir afturat í altjóða royndum. Har er Odmar Færø ovast við 70 landsdystum. Hann hevur eisini flestar dystir fyri feløg við 52 sambært FaroeSoccer. Sostatt hevur hann tilsamans 122 altjóða dystir.
Hesir hava flestar dystir í altjóða kappingum fyri føroysk feløg av KÍ-leikarum:
52: Odmar Færø
49: Árni Frederiksberg
47: Deni Pavlovic og Jóannes K. Danielsen
44: Páll A. Klettskarð
43: Jákup Biskopstø
Umrøðan av altjóða dystunum hjá KÍ í 2026 er gjørd í samstarvi við: