Í eini spennandi steypafinalu vann KÍ 2-1 á HB og tryggjaði sær greipuna 2022.
Durita Hummeland legði KÍ á odda 1-0, men Lív Rúnadóttir javnaði fyri HB til 1-1. Í seinna hálvleiki kom eitt mál og tað skoraði Tóra Mohr.
KÍ vann sostatt greipuna 2022 hjá kvinnum.