Tað endaði javnt í síðsta dystinum millum tey bæði bestu liðini og so kundu KÍ-kvinnurnar lyfta FM-steypið fyri 24. ferð.
Tað bleiv sum væntað eingin spenningur um FM, tí liðini eru ov jøvn til, at eitt lið knappliga skal fara at vinna við sjey málum. Ístaðin bleiv tað ein spennandi og javnur dystur, sum eisini endaði við javnleiki 2-2. Tað ger, at KÍ vann FM við trimum stigum fleiri enn NSÍ.
Hetta er 24. ferð, at KÍ vinnur FM í bestu kvinnudeildini.
Dystin um bronsuna vann HB við 4-0 sigri á Víkingi. Niðara endaspæl vann B36.