Nú spæla 07 Vestur-NSÍ eftir KÍ-HB.
Vit skrivaðu fyrr í vikuni um endaspurtin í grundspælinum hjá kvinnum, har m.a. KÍ stóð til at fáa ein fyrimun av, at síðsta umfar ikki verður leikt samstundis, tí KÍ kendi úrslitið hjá NSÍ áðrenn dysturin fór í gongd, tí KÍ spældi dagin eftir. Tað av hesum liðum sum endar nummar eitt fær tveir heimadystir móti nummar tvey og trý í endaspælinum.
Men nú hava KÍ og HB í felag avgjørt at flyta dystin til fríggjakvøldið vegna veðurforsøgnina fyri leygardagin. Dysturin byrjar kl. 18.00, so nú fær NSÍ fyrimunin av at kenna úslitið áðrenn, tí 07 Vestur-NSÍ byrjar kl. 19.00. Undan síðsta umfarinum hevur KÍ fýra mál betri málmun.
Søgur hava eisini um, at ivamál hevur verið um KÍ-FC Suðuroy hjá monnum fór at verða fluttur, men har hevur FSF avgjørt, at broytist veðurforsøgnin ikki, so verður spælt eftir ætlan leygarkvøldið kl. 17.30. Og HB-TB verður eisini spældur sum eftir ætlan kl. 15.00 leygardagin.