Spenningurin økist í Betri Deildini hjá kvinnum eftir, at oddaliðið tapti á heimavølli.
KÍ vann 2-1 í einum jøvnum og spennandi dysti, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Avgerandi leikarin gjørdist Tóra Mohr hjá KÍ, sum legði upp til fyrra málið og skoraði seinna málið. Í seinna hálvleiki minkaði toppskjúttin Heidi Sevdal um munin til úrslitið 2-1.
HB vann stórsigur á Skála og fylgir tí væl við í FM-stríðnum, har meistaraspælið nærkast. Nú eru bara tvey stig, sum skilja tey trý ovastu liðini.
Skipanin er eisini tann, at liðini fáa øll stigini, men einans málmunin við sær, sum vóru móti liðum, sum verða í meistaraspælinum. Har hava liðini hendan málmunin áðrenn síðstu tvey umførini:
+6: KÍ
+2: NSÍ
-3: HB
Í hinum dystunum vann Víkingur stórsigur í Havn og liggur bara fimm stig frá oddinum. Og so fekk FC Hoyvík sín fyrsta sigur, tá tað eydnaðist at vinna móti 07 Vestur.
Úrslitini í dag:
Skála-HB 0-6
B36-Víkingur 0-6
FC Hoyvík-07 Vestur 1-1
NSÍ-KÍ 1-2