KÍ livdi upp til favorittleiklutin í finaluni um løgmanssteypið og vann ein uppibornan sigur.
Víkingur spældi verjukent í síni 5-4-1 leikskipan, men megnaði at halda KÍ frá stórum málmøguleikum í fyrra hálvleiki við einum undantaki og tá skoraði KÍ. Filip Brattbakk og Daniel Johansen brutu ígjøgnum í vinstru og Mads Boe Mikkelsen var klárur uppá innleggið og vísti, hví tað var rætt at byrja við honum.
Í seinna hálvleiki kom Víkingur betri við eina løtu og einaferð fór eitt innlegg beint viðsíðuna av og løtu seinni var tað bara framúr verjuspæl frá Odmari Færø sum gjørdi, at Víkingur ikki javnaði. Men KÍ tók yvir aftur og hevði onkran møguleika at økja. Í yvirtíðini avgjørdi Páll A. Klettskarð dystin eftir álop, har Hallur Hansson spældi Patrik Johannesen leysan og uppá leysan bóltin var Páll klárur og kundi skora sítt fyrsta mál í einari finalu um løgmanssteypið. Samanlagt ein uppiborin sigur til KÍ.
Yvir 3500 áskoðarar settu sín dám á dystin og KÍ kundi staðfesta sína fyrstu greipu hesa øldina og tað fjórðu í søgu felagsins.
Stuðlað umrøðuni av finaluni um løgmanssteypið í 2025 hava: