Í gjár var síðsta umfar í grundspælinum hjá kvinnum.
Stóri dysturin var millum KÍ-HB, men eisini var spenningur um, hvør fór at enda ovast í grundspælinum og harvið fáa tveir heimadystir móti nummar tvey í endaspælinum. Tað eru tvær ymiskar skipanir. Til stigatalvuna í endaspælinum telja øll stig, men bara mál frá dystum móti liðum í sama endaspæli, meðan til stigatalvuna, har oddaliðið í gundspælinum fær tveir heimadystir móti nummar tvey telja øll stig og øll mál.
KÍ og HB vóru vegna veðurlíkindi samd um at framskunda dystin og tí fór KÍ frá at hava fyrimun við at spæla aftaná NSÍ til at missa hendan fyrimun. NSÍ, sum var fýra mál aftanfyri KÍ, byrjaði at spæla ein tíma seinni. Og tað gjørdist møguliga avgerandi.
KÍ vann kanska óvæntað stórt móti HB, har støðan í hálvleikinum var 5-1. Men hetta vísti seg ikki at blíva nokk hjá KÍ til at fáa tveir heimadystir. Tí NSÍ førdi 4-0 í hálvleikinum og vann tilsamans 11-0 í Sørvági móti 07 Vestur.
Tá endaspælið byrjar verður KÍ oddaliðið við 36 stigum og málmuninum +12, meðan NSÍ verður á 2. plássi við 36 stigum og málmuninum +6. HB hevur 31 stig og Víkingur 28 stig. Í niðara endaspælinum er B36 langt fremst við 16 stigum. 07 Vestur hevur átta stig, Skála hevur sjey stig og FC Hoyvík hevur trý stig.
Endaspælið byrjar 3. august.