Úrslitið hjá KÍ var gott í kvøld, men leikliga hevði KÍ tað óvanliga torført og útfrá dystargongdini skal als ikki avskrivast, at Differdange 03 kann koma afturíaftur í seinna dystinum í Luksemborg.
Árni Frederiksberg var enn einaferð stóri leikarin, tá hann skoraði bæði málini í 2-0 sigrinum hjá KÍ. 2-0 er í hálvleikinum nú ein hálvleikur (dystur) er eftir.
Differdange 03 var omaná stóran part av dystinum og var nógv oftari í KÍ-brotssteiginum enn øvugt. Men teir komu ikki nærri enn eina roynd á tvørstongina, meðan KÍ ruddaði á strikuni einaferð. Í mun til stóru yvirvágina í seinna hálvleiki kom Differdange 03 ikki til nógvar stórar málmøguleikar.
Lagt er upp til ein spennandi dyst í Luksemborg um eina viku, tí Differdange 03 vísti so mikið góðar dygdir uttan dystarform, at tað ikki kann avskrivast, at teir kunnu svara aftur.
Stuðlað umrøðuni av altjóða fótbólti hjá KÍ í 2024 á bolt.fo hava: