KÍ hevur fingið styrk. Sum væntað er talan um 20 ára gamla Issah Ahmed Latif, sum kemur frá felagnum Mobile Phone People FC í Ghana.
KÍ skrivar:
Flytingarvindeygað stongir í dag, og hevur KÍ nú gjørt avtalu við Issah Ahmed Latif. Hann kann spæla á øllum plássum á vinstru síðu, tað verið seg bakkur ella vongur.
Issah Ahmed Latif verður tó ikki tøkur beinanveg, tá ið loyvini enn ikki eru komin uppá pláss enn.