KÍ møtti góðari mótstøðu í Køge hesa vikuna.
Fyrr í vikuni taptu KÍ-kvinnurnar 7-0 móti meistarunum úr Serbia. Í dag vann serbiska liðið bólkin við sigri á finskum liði.
KÍ kom afturum 3-0 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki skoraði Durita Hummeland fyri KÍ til úrslitið 3-1.
KÍ endaði sostatt aftast í bólkinum sum væntað, tí talan var um tvey góð mótstøðulið.