KÍ kunngjørdi í gjár, at felagið hevur gjørt tveyára sáttmálar við tríggjar leikarar úr Argentina.
Felags fyri allar tríggjar er, at teir hava bara spælt í heimlandinum og at fyrrverandi danski Superligavenjarin, Ove Christensen, hevur viðmælt teir eftir at hava verið í Argentina og sæð dystir og venjingar umframt at hava havt samrøður.
KÍ hevur sjáldan áður keypt leikarar í hesi øldini, sum ikki hava spælt í Europa áðrenn teir eru komnir. Einasta undantak er Ahmed Latif úr Ghana, sum Magne Hoseth valdi at geva sáttmála útfrá ráðgeving úr Norra, har hann hevði verið til royndarvenjing. Hetta er ein nýggjur leistur at keypa uppá hjá felagnum ímun til undanfarnu ár, so spennandi verður at síggja, hvussu hann fer at roynast. Føroysk feløg hava sum heild rættiliga ójavna úrtøku, tá tey keypa nýggjar útlendskar leikarar til Føroyar.
Talan er um leikarar, ið antin hava spælt í næst ella triðbestu deildini í Argentina ella fyri eykalið í bestu deildini. Ein miðverji (Gastón Tellechea), ein miðvallarleikari (Martin Rodrigo Gonzalez) og ein álopsleikari (Tobias Giusti ).