Bæði liðini møta liðum, sum á pappírinum eru betri, og hava tí alt at vinna í kvøld.
Tað er lagt upp til eitt spennandi kvøld fyri føroyskan fótbólt.
Tað byrjar í Brøndby kl. 18.30, har HB vitjar og sambært HB væntast eini 20.000 áskoðarar til dystin. Brøndby hevur eitt virði á 44 millionir evrir sambært Transfermarkt, har HB til samanberingar hevur eitt virði á góðar tvær milliónir evrir. Danska kappingin liggur nummar 14 í Evropa av 55, so talan er um eina stóra uppgávu hjá HB. Fyrri dysturin endaði við javnleiki og í stórum pørtum av tí dystinum avrikað HB væl og í longri tíðarskeiðum í seinna hálvleiki var HB betra liðið. Klárar HB at yvirføra hetta til útidystin, so kann alt henda, tí Brøndby hevur síðstu árini víst, at liðið er óstøðugt og kann raka vánaligar dagar ímillum.
Í Klaksvík fær KÍ vitjan av serbiska Radnicki 1923 kl. 19.45 á útseldum leikvølli. Eisini her er mótstøðuliðið á pappírinum betri, tá hugt verður eftir, hvar serbiska kappingin liggur (22) og hvat virðið er á liðnum (12 milliónir evrir). Men munurin er nakað væl minni, og KÍ hevur eisini fyrimunin av heimavølli, har støðan frá fyrra dystinum er javnleikur. Í seinna hálvleiki í Serbia var KÍ undir so stórum trýsti, sum liðið ikki hevur verið í fleiri ár og talan er um lið, sum helst er væl betri enn SJK, sum KÍ vann á í 1. umfari. KÍ hevur fleiri ferðir fyrr víst, at liðið hevur tað sum skal til at sláa góð lið úr og finna teir bláu eitt av stórum altjóða avrikunum fram, so er møguleikin har.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í Conference League 2025 hava: