Tað eru fimm lið, ið hava skorað fleiri mál uppá deyðbóltsstøður enn KÍ fyrstu átta umførini, og tað er óvanligt.
Eftir átta umfør hevur KÍ bara skorað trý mál uppá deyðbóltsstøður. Tvey uppá hornasparksinnlegg og eitt uppá brotsspark. Tað gevur 0,375 pr. dyst. Skála, B68, NSÍ, AB og Víkingur hava øll skorað fleiri mál uppá deyðbóltsstøður enn KÍ. Hetta er óvanligt síðstu árini, tí fimm tey undanfarnu árini hevur KÍ skorað flest mál av øllum liðunum uppá deyðbóltsstøður og ligið í minsta lagi á 0,7 í miðal pr. dyst. Í løtuni liggur hetta tal á knapt 0,4 og so lágt hevur KÍ ongantíð verið í nærheitini av aftur til og við 2015, har vit hava hagtøl. Í umrøðuni av KÍ í ár hevur ofta verið víst á manglandi hugflog, tí liðið í so nógvum dystum hevur havt torført við at skora mál. Men tølini siga, at tað á deyðbóltsøkinum er sera stór afturgongd. Sí tøl niðanfyri.
