KÍ roynir at styrkja um hópin áðrenn 15. mars kl. 16.00.
Eitt sindur av ivamáli hevur verið, um tað fór at verða í miðverjuni ella í álopspartinum, at KÍ fór at styrkja seg. Ella kanska í báðum støðum. Tí hóast KÍ hevur nógvar miðverjar í hópinum, so knýpir tað at hava ein ella tveir tøkar til dystirnar higartil í ár. Men fyrsta ábendingin er, at tað er í álopinum, at KÍ leitar eftir styrki.
Íslendskir miðlar skriva, at KÍ hevur sent eitt boð inn uppá 30 ára gamla Emil Atlason frá felagnum Stjarnan. Hetta er ikki ein og hvør, tí hann bleiv toppskjútti í bestu íslendsku deildini í fjør við 17 málum.
Men tilboðið, sum sambært fotbolti.net var áleið 100.000 føroyskar krónur, frá KÍ var langt frá gott nokk.
- Føroyingarnir skulu gjalda meir enn hatta eftir teirra evropaævintýr í fjør, skrivar íslendski miðilin.
Tað tykist ikki sum, at KÍ fer at eydnast við at fáa hendan álopsleikaran. Tað vildi verið slógbrótandi, um ein toppskjútti í íslendsku kappingini skifti til føroysku kappingina.