KÍ hevði aðalfund í gjárkvøldið.
Eitt sindur sum væntað hevði KÍ eitt stórt avlop í roknskapinum í ár. Vit gjørdu longu 17. august eitt mett yvirlit yvir, sum sást HER) hvussu nógvar pengar KÍ fekk burturúr bólkaspælinum. Telja vit pengarnar afturat, sum KÍ fekk fyri stigini, so mettu vit at KÍ fekk 19 milliónir í avlopi frá bólkaspælinum og roknskapurin vístu 22 milliónir. Og tað passaði væl við tað, sum kom fram á aðalfundinum. Inntøkurnar frá UEFA vóru 31 milliónir ímun til 30, sum vit hava mett tær til, um liðið fær ein sigur og ein javnleik í bólkaspælinum. Hendan millión kemur frá tí sum kallast styrkismeting síðstu 10 árini.
KÍ hevði eina samlaða inntøku á 40 milliónir í 2023. Í 2024 hevur KÍ m.a. gjørt íløgu í tvey sethús, sum skulu brúkast til starvsfólk hjá felagnum at leiga.