At KÍ stórtrívist í altjóða fótbólti staðfesti liðið enn einaferð, tá liðið framdi eitt av størstu úrslitunum í føroyskum fótbólti við at senda lið úr Serbia út úr Conference League.
Eitt mál kom og uppskriftin var kend. Árni Frederiksberg smekkaði eitt hornaspark í høvdið á Pálli A. Klettskarð og so kókaði við Djúpumýrar.
KÍ spældi ein eyðkendan altjóða dyst. Gjørdu fá mistøk, dugdu at taka leikferðina úr dystinum og skaptu nokk av málmøguleikum og spentum støðum. Hendan dystin var tað serliga verjuavrikið hjá øllum liðnum, sum bar liðið á mál. Úrslitini hjá KÍ móti meistarunum úr Ungarn og Svøríki í 2023 vóru størri, men hetta mann verða eitt gott boð uppá 3. plássið á tí listanum.
Nú er KÍ í 3. umfari í Conference League og har er móstøðan úr Hvítarusslandi. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli týskvøldið og sum vit skrivaðu fyri nøkrum døgum síðani, so verður dysturin hjá KÍ móti EB/Streymi í vikuskiftinum útsettur.
Stuðlað umrøðuni av KÍ í Conference League 2025 hava: