KÍ, HB, B36 og EB/Streymur vunnu sær týdningarmiklar sigrar.
Frammanfyri mongu áskoðarunum var tað René S. Joensen, sum avgjørdi hjá KÍ og sostatt kom NSÍ at gjalda prísin fyri brendar málmøguleikar. Talan bleiv ikki um ein vælleiktan dyst, tí til tað vóru líkindini ov vánalig.
André Olsen fekk eina dreymabyrjan sum fyribils venjari hjá HB við sigri í Sarpugerði. Hann mann eftir hendan sigurin verða eitt gott boð uppá ein komandi HB-venjara.
FC Suðuroy avrikaði enn einaferð væl móti einum av fremru liðunum, men tað manglar enn tað síðsta og so kundi B36 vinna 1-0.
Í Sørvági avgjørdi EB/Streymur móti endanum. EB/Streymur er nú nógv nærri einum 4. plássi enn einum niðurflytingarplássi.
Úrslitini:
NSÍ-KÍ 1-2
Víkingur-HB 0-1
B36-FC Suðuroy 1-0
07 Vestur-EB/Streymur 0-1