5.umfar í Betri Deildini hjá kvinnum var um vikuskifti. Í gjár var ein dystur á skránni á Dungasandi, har 07 Vestur tók ímóti TB/FCS/Royn. Heimaliðið vann dystin 3-0.
Í dag vóru tríggir dystir leiktir. Fyrsti dysturin var í Runavík, har NSÍ og HB brustu saman. NSÍ var á odda 1-0 eftir stutta løtu, men í seinna hálvleiki svaraði HB aftur til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Tveir dystir byrjaðu kl.15.00 í dag. B36 og EBS/Skála møttust á ovara vølli í Gundadali. B36 vann greiðan 4-0 sigur.
Í Sarpugerði leiktu Víkingur og KÍ. Víkingur kom á odda í fyrsta minutti. Men eftir 20 min kom KÍ í gongd við málskjótingina, og fingu skora tvey mál fyri hálvleik. Í seinna hálvleiki økti KÍ um leiðsluna, har endaliga støðan gjørdist 5-1 til KÍ, sum eisini er einsamalt oddalið eftir at NSÍ misti stig ímóti HB.
Úrslitini í 5.umfari:
07 Vestur-TB/FCS/Royn 3-0 (2-0)
NSÍ-HB 1-1 (1-0)
Víkingur-KÍ 1-5 (1-2)
B36-EBS/Skála 4-0 (2-0)
Komandi umfar verður leikt komandi vikuskifti, har tveir dystir eru leygardagin og tveir dystir eru sunnudagin