Føroyingurin skal hava nýtt felag.
Hann er kanska føroyingurin, ið hevur havt fjølbroyttastu yrkisleiðina uttanlands síðstu árini, har hann m.a. hevur spælt í Finnlandi, Eysturríki og nú Skotlandi.
Nú boðar Raith Rovers, sum spælir í næstbestu deildini í Skotlandi frá, at samstarvið við John Frederiksen er steðgað. Hann skal sostatt hava nýtt felag.