Fyrrverandi HB-venjarin hevur fingið nýtt starv.
Tað er svenska stórfelagið IFK Göteborg sum boðar frá, at felagið hevur keypt danska venjaran frá AC Horsens, sum á síðsta leikdegi flutti niður úr Superliguni vegna málmun. Svenska felagið hevur fingið eina torføra byrjan uppá kappingina og liggur nr. 14 av 16 liðum við sjey stigum fyri 11 dystir.