Fyrrverandi HB-venjarin skal nú hava nýtt venjarastarv.
Í Føroyum minnast mong danska venjaran sum venjaran, sum kom til Føroyar tað eina árið og vann greipuna t.v.s. FM og løgmanssteypið í stórum stíli. Síðani vóru boð eftir honum í AC Horsens og síðani hevur hann eisini verið venjari í IFK Gøteborg. Síðstu tíðina hevur hann vrið hjálparvenjari í Sparta Prag. Í dag kunnaði felagið um, at venjaratoymið er umskipað og at Jens Berthel Askou hevur fingið sekkin.
Síðani er spurningurin, hvat hansara næsta starv verður. André Olsen, fótbóltsviðmerkjari, nevndi hann sum eitt boð uppá ein komandi føroyskan landsliðsvenjara. Nú er tann møguleikin kanska størri, tí hann ikki er bundin til nakað felag. Hinvegin tóktist Jens Berthel Askou at verða ein felagsvenjari, sum brúkti nógva tíð gjøgnum kappingarárið at menna liðið og leikararnar. Eitt landsliðsvenjarastarv er heilt øðrvísi, har venjarin bara er saman við leikarunum nakrar fáar dagar um árið og so er spurningurin, um hann hevði egnað seg eins væl til tað.