B36 hevur sett ein fótbóltsstjóra. Fyrr í ár vísti yvirlit á bolt.fo, at feløg í Evropa kunnu fáa upp til 70.000 kr. í stuðli frá FSF til ein slíkan, um tey fíggja 70.000 sjálvi. B36 hevur nú tikið av hesum møguleikanum.
B36 skrivar:
Felagið hevur fingið ein stjóra
Vit eiga nógv dugnalig fólk í felagnum. Fólk sum altíð gera eitt sindur meira enn vit vænta av teimum, tí tey eru góð við felagið og tískil góð við felagskapin.
Av teimum mongu er 57 ára gamli sumbingurin, Jan Poulsen. Nevndin hevur í februar sett hann í starv sum stjóri í B36.
Jan Poulsen er løgreglumaður og arbeiðir dagliga sum leiðari. Hann er hjálparvenjari hjá Betri kvinnum og nú eisini í parttíðarstarvi sum stjóri.
Eginleikarnir at varnast smálutir, vera fyrireikaður og at altíð vera eitt stig frammanfyri avbjóðingina, hevur hann sum fá.
Hann skal nú stjórna dagliga samskiftið fyri felagið, sum við árunum einans er vorðin ein vaksandi uppgáva.
Nógvar praktiskar uppgávur fylgja við starvinum, men við einum væl skipaðum stjóra, fer gerandisdagurin hjá øllum hjálparfólkum, venjarum og nevnd at verða lættari og til reiðar at fara undir.Jan skal syrgja fyri, at B36 maskinan altíð er væl smurd, og at hon koyrir uttan íhald.
Til lukku við starvinum, Jan. Vit vita, at tú eisini meistrar hetta.
Góða eydnu