Venjarin hjá HamKam er ovarlaga á listanum, tá nýggjur føroyskur landsliðsvenjari skal setast.
Í mun til hinar venjararnar, sum hava verið settir í samband við landsliðsvenjarastarvið, so hevur Jakob Michelsen eitt venjarastarv á høgum stigi, tí hann er venjari hjá HamKam í bestu norsku deildini. Lokali norski miðilin Hamar Arbeiderblad hevur fangað søgurnar í føroysku miðlunum og hevur spurt danska venjaran, um hald er í hesum. Hann hevur onga viðmerking til søgurnar.
Sambært okkara upplýsingum, so eru Jakob Michelsen og Eyðun Klakstein tvey góð boð, meðan Leif Gunnar Smerud kanska ikki er eins gott boð longur. Millum føroyingar er Eyðun Klakstein best umtókta valið, mettu viðmerkjararnir í Fótbóltspráti mánadagin.
Hinvegin skal ikki avskrivast, at tað verður ein annar enn hesir tríggir, tí KVF visti í gjár at siga, at talan verður um ein mann, og at fimm venjarar eru um boðið. Síðani tá hevur in.fo eitt boð uppá, hvør ein av hinum báðum er. Og tað er danin Kristoffer Wichmann, sum var ein av hjálparvenjarunum hjá Bo Svensson í Union Berlin. Teir fingu sekkin beint áðrenn nýggjár vegna vánalig úrslit. 43 ára gamli danin var høvuðsvenjari hjá Kolding árini 2021 til 2024. Har var hann venjari í næstbestu og triðbestu donsku deildini, og er hetta ein venjari, sum ikki hevur royndir sum høvuðsvenjari í eini bestu deild.
Christian F. Andreasen segði við bolt.fo, at hann væntar at avgerðin verður tikin fyrra part av februar, meðan aðrar upplýsingar siga, at tað kann blíva í næstu viku. Tað verður starvsnevndin, sum tekur endaligu avgerðina, men hon fær tilmælir frá einum bólki við m.a. tekniska stjóranum og aðalskrivaranum, ið so aftur hava brúkt ráðgevingarfyritøkuna Onenexus sum part av sínum arbeiði at koma fram til hesi síðstu nøvnini.
Fyrsti landsdystur verður 22. mars móti Kekkia og tríggjar dagar seinni móti Montenegro. Báðir á útivølli. Tað merkir, at landsliðshópurin helst verður úttikin mánadagin 10. mars aftaná 1. umfar í landskappingini. Verður talan um ein venjara, sum ikki hevur verið í føroyskum fótbólti áður, so verður tíðin avmarkað, har hann skal seta seg inní m.a. leikaratilfeingið, har hann skal finna typurnar, sum passa til júst hansara spælihátt.