Eingin leikari í hesi U21-undankappingini hevur skorað so nógv mál sum føroyski álopsleikarin.
19 ára gamli Jørgen Nielsen skoraði hattrik í Armenia móti Hvítarusslandi. Hann skoraði eisini móti Andorra og hevur sostatt skorað fýra mál í hesi undankappingini.
Hyggja vit eftir toppskjúttaralistanum hjá UEFA, so liggur Jørgen fremst. Eitt mál frammanfyri kenda norska Andreas Schjelderup, sum júst er leigaður til FC Nordsjælland frá Benfica. Tvey mál hevur m.a. Gabriel Veiga úr Spania skorað. Hann bleiv í summar seldur til Saudi Arabia frá Celta.
Jørgen Nielsen og Føroyar møta Kroatia í Klaksvíkl týskvøldið kl. 18.00. Atgongumerkið kunnu keypast HER