Hon er vald til ársins talent í Danmark. Í kvøld vitjaði Jóhanna Sørensen aftur í barndómsfelagnum HB.
HB skrivar:
Stuttligt at síggja Jóhonnu aftur har, sum tað heila byrjaði. Og ein stór løta fyri okkara gentur, tá tær sluppu at venja við teirra fyrimynd.
Aftaná venjingina hugnaðu tær sær í HB-húsinum, har genturnar eisini fingu høvið at spyrja spurningar um yrkisleiðina hjá Jóhonnu.