Hann hevur sáttmála við KÍ, men tað er sera ivasamt, um U21-landsliðsleikarin verður partur av KÍ-hópinum í 2026.
Jóhan Josephsen hevur síðsta hálvtannað árið verið útleigaður til B68. Í ár hava skaðar darvað nógv og í løtuni bíðar hann eftir at fáa at vita, hvussu umfatandi skaðin er.
- Í løtuni bíði eg eftir at sleppa í MR-skannara. Tað er óvist, hvussu umfatandi skaðin er, men møguliga er tað ikki so umfatandi sum fyrst hildið, sigur Jóhan Josephsen við bolt.fo.
Jóhan hevur sáttmála við barndómsfelagið fyri 2026, men tað er sera ivasamt, um hann verður partur av KÍ-hópinum.
- Eg havi sáttmála við Kí fyri 2026. Áhugi er aðrastaðni frá og spælitíð hevur hægstu raðfesting fyri meg, sigur U21-landsliðsleikarin.
Tað hevur ljóðað, at fleiri av topp 5 liðunum hava víst Jóhan áhuga, um hann skiftir úr KÍ.