Nýggi starvsnevndarlimurin í FSF fer ikki at sita sum formaður hjá Skála framyvir.
Jóannes Prestá hevur síðstu tvey árini verið formaður hjá Skála. Tað er hann enn, men eftir at hann í dag bleiv valdur inn í starvsnevndina hjá FSF, so er greitt, at hann heldur ikki fram í starvsnevndini hjá Skála. Tað er ikki vanligt, at starvsnevndarlimir í FSF sita í nevndum í feløgum samstundis, og soleiðis verður heldur ikki hesaferð.
Skála skal tí hava nýtt forfólk.