Dyggur smeitur hjá KÍ, sum nú sigur farvæl við sín kanska besta álopskenda leikara síðstu árini.
Sum skilst fer Fredrikstad, har Mikkjal K. Thomassen er venjari, at skriva undir við Jóannes Bjartalíð. Møguliga verður hann avdúkaður longu í dag. Fredrikstad spælir í næstbestu norsku deildini.
Jóannes Bjartalíð hevur verið ein av týdningarmiklastu leikarunum hjá KÍ síðstu árini og var í ár valdur til ársins leikara hjá KÍ og ársins landsliðsleikara. Sostatt minkar lokali parturin á KÍ-liðnum, tí Jóannes var ein fýra lokalum leikarum millum teir 16 við mest spælitíð hjá KÍ í landskappingini í 2022.