Nú nærkast til navn kann setast á komandi felagið hjá føroyska landsliðsleikaranum.
Jóannes Bjartalíð váttar fyri bolt.fo, at hann er staddur í Turkalandi. Meir fáa vit ikki úr honum, men sum skilst er hansara komandi felag á venjingarlegu í Turkalandi, sum nógv feløg eru hesa ársins tíð.
Sambært okkara upplýsingum, so bendur nógv á, at tað verður í bestu deildini í Kasakhstan, at føroyingurin fer at royna seg.