Hann lat hurðina eitt sindur upp eftir avgerandi dystin leygardagin, og B68 hevur ikki sovið sjóvarfallið av sær.
Í kvøld boðar B68 frá á síni facebook síðu, at Jákup á Borg eisini í 2025 verður venjari hjá B68. Hann hevði upprunaliga sáttmála fyri 2025, men tá nógvur ófriður var runt um felagið í summar boðaði hann frá, at hann gavst eftir hetta kappingarárið.
B68 skal í 2025 spæla 5. árið á rað í bestu deildini.