Sum skilst er møguleiki fyri, at annar ella báðir dystirnir í morgin verða útsettir.
Tað verður sagt frá nakað av vindi mikukvøldið. Tað hevur fingið liðini at halda vakið eyga við gongdini, tí eingin ivi er um, at fyrr í ár eru nakrir dystir spældir, har tað ikki var spælandi í stórum pørtum av dystinum. Í 1. umfarinum vóru fleiri og síðani var serloga nógvur vindur, tá B68-Víkingur spældu, har tað mest var tilvild sum avgjørdi, hvat hendi.
Tað verður ikki stormur, men ivaveður, upp í skrið, sum liggur á markinumn, har ættin á staðnum kann spæla inn. Ættin verður vestan. Hóskvøldið verður vindferðin nakað minni.
Enn er eingin avgerð tikin og ein slík verður helst tikin tíðliga í dag, tí tað hevur ávirkan á kvøldsins venjing, um dystur er í morgin ella hósdagin.
Eftir skránni spæla Víkingur-HB og KÍ-B36 mikukvøldið kl. 19.00.