At Moldova hevur ein heitan álopsleikara, sum til dagligt spælir í bestu deildini í Hollandi bleiv munurin.
Moldova vann 1-0 á Tórsvølli frammanfyri 2710 áskoðarum í góðveðrinum í kvøld. Føroyar spældu væl stóran part av fyrra hálvleiki. Heimaliðið hevði bóltin nógv og smáspælið gekk væl, har Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Andrass Johansen vóru eyðsýndir. Men tað manglaði endavøran, tí ímun til góða spælið, so spurdist nærum ongantíð nakar stórur málmøguleiki burturúr og síðstu minuttirnart av fyrra hálvleiki var Moldova nærmast við.
Í seinna hálvleiki kom eitt mál. Førar mistu bóltin í uppspælinum og so sendi Moldova Ion Nicolaescu avstað í høgru. Hetta er álopsleikarin, sum til dagligt spælir við Heerenveen í bestu deildini í Hollandi, og sum hevur staðið fyri flestu av málunum hjá Moldova síðstu dystirnar. Hann trekti framvið einum verjuleikara og spældi ein púra leysan Vadim Rata, sum bara skuldi trilla í tóma málið. Og hetta er ofta munurin í jøvnum dystum. Tað er ein orsøk fyri, hví ein slíkur leikari spælir í bestu deildini í Hollandi og hetta framúr trekkið gjørdist munurin á javnleiki og ein sigri til Moldova.
Samanlagt eitt vónbrot, tá vit hugsað um úrslitið. Hagtølini søgdu, at Føroyar høvdu onga málroynd innanfyri málstengurnar. Stórur partur av fyrra hálvleiki var góður, og tað var fríkst at síggja eitt nýtt ungt andlit í uppstillingini, sum var Andrass Johansen, sum kann hava eina stóra framtíð á landsliðnum. Útfrá málmøguleikum var tað uppiborið, at Moldova vann og ein staðfesting av, at Moldova sum landslið hevur flutt seg nógv skjótari fram enn Føroyar í mun til seinast, tá liðini vóru í bólki saman í 2021. Tað tykist longu nærum vist, at Føroyar enda aftast í bólkinum.