Hann er settur ísamband við føroysk feløg.
Tí hava vit vent okkum til landsliðsleikaran, sum hevur verið nógv darvaður av skaða síðstu tíðina. Hann sigur, at hann hevur sáttmála við Kolding restina av árinum og hann væntar at spæla har. Hann sigur, at størsta orkan komandi tíðina verður brúkt uppá at blíva heilt skaðafríður. Og skal hann skifta, so skal Kolding fyrst siga gott fyri einum boði, áðrenn hann kann taka støðu til tað.