B71 vann annan dystin á rað í gjár móti HB og hevur fult stigatal í næstbestu deildini eftir tvey umfør. B71-heimasíðan hevur síðstu árini til tíðir havt dystarfrásagnir, har hugleiðingar um útvald evni hava verið viðgjørt. Hesaferð snýr tað seg um, at U-landsliðsvenjarar hyggja ov lítil til B71.
B71 skrivar m.a. soleiðis í síni dystarfrásøgn:
Hvar eru landsliðsvenjararnir?
Best sum vit gleðast um góðu gongdina hjá B71, so er tað kortini undrunarvert, at vit kunnu hava havt eitt væl samanspælt ungt lið í Sandoynni, ið fleiri ferðir hevur verið á gáttuni til Betri deildina, men hóast hettar, so er tað bara hendingaferð at nakar leikari hjá okkum hevur verið á landsliðnum ella yvirhøvir tikin við í betraktning.
Sikkurt eru tað orsøkir til hettar, ið ikki elva til stórar konspiratiónsteoriir, men tá man so sær hópirnar sum verða tiknir út til U17, U19 og U21 landsliðini, so spyr man seg sjálvan spurningin "hví eru hesir royndari og betri" enn teir vit hava? Í ávísum førum finst tað eitt svar, ið man við eitt sindri av sjálvsrannsakan kann koma fram til, men til tíðir kunnu stór spurnartekin vera sett við hvussu stórt arbeiði landsliðtoymini gera við at hyggja at eitt nú Sandoynni. Kanska tað verður betri nú tað er koyrandi til dyst í Sandoynni, hvør veit.
Eitt nú, er tað sera undrunarvert at málskjúttin í gjárkvøldi, skjótt 20 ára gamli Jónatan Kjærbo, verður javnt og samt yvirsæddur til landsliðvirksemi, hóast hann í nógv ár hevur leikt burturav á besta mansliðnum hjá B71 og verið ein av bestu leikarunum.
Eisini kunnu vit nevna Boga Hentze, ið somuleiðis hevur leikt, og leikt væl, í nógv harrans ár í 1. deild, men bert einkultar ferðir verið uppá tal.
Jákup Høgnason var eitt legg niðri og las, áðrenn hann kom aftur til landið, men hann sær ikki út til at vera attraktivur fyri ein landsliðvenjara at umhugsa, eiheldur Kristian Krog Hentze, ið var skaddur eitt langt strekki, men rundanum tað var tøkur og spældi regluliga.
Er tað veruliga so galið at hesir góðu leikarar mugu fara til HB, B36 og aðrastaðni og spæla regluliga við teirra U21 liðum fyri at vera sæddir? Tað tykist soleiðis og tað er sera skaðiligt fyri B71, ið roynir at tala okkara sak, at leikarar kunnu mennast her suðuri eins væl og teir kunnu mennast aðrastaðni. Tá teir so verða komplett ignoreraðir til landsliðsfótbólt, tá fellir okkara argument eitt sindur til jørðina og arbeiði okkara verður mótarbeitt av teimum, ið ivaleyst vilja føroyskum fótbólti væl. Ivaleyst gera tey hettar ikki bevíst, men her eru for nógv dømir til at tað bara kann vera tilvildarligt.
Tað verður mett nógv betri at spæla U21 dystir í Havn og Klaksvík og omegn, enn 1. deild fyri B71. Soleiðis er tað. Kanska hendan áskoðanin skuldi verið revurderað.