Tað ljóðar, at tað er møguleiki fyri, at Boubacar Dabo spælir í føroyskum fótbólti í ár.
Boucacar Dabo var í fjør lyklaleikari hjá EB/Streymi og áður hevur hann víst seg væl fram í B68. Í vetur hevur ljóðað, at hann hevur tosað við fleiri føroysk feløg. Nú ljóðar, at skiftir hann til føroyskan fótbólt, so er tað mest sannlíkt, at tað verður til B36. B36 hevur mist leikarar í álopspartinum í m.a. Pæturi Petersen og Marius K. Lindh.