Higartil er bara Patrik Johannesen komin heim til Føroyar, men møguleiki er fyri, at fleiri leggjast afturat.
Tað ganga nakrir núverandi og fyrrverandi A- og U21-landsliðsleikarar skjótt leysir á flytingarmarknaðinum. Søgan sigur, at nærum hvørt ár koma útisetar heim til føroysku kappingina eins og nakrir føroyingar fara hinvegin.
Meinhard E. Olsen hevur ikki avvíst at koma til føroyskan fótbólt, men hann hevur helst stóran áhuga hjá fleiri útlendskum feløgum, tí hann fær góð skoðsmál fyri sítt kappingarár í næstbestu norsku deildini. Tað hevur ljóðað, at KÍ hevur víst honum áhuga og tað hava helst fleiri onnur eisini.
Brandur H. Olsen er ein, men har vita vit ikki, um tað er uppá tal at venda heim til Føroyar. Hann hevði áhuga frá Tromsø í summar.
Stefan Radosavljevic hevur sagt, at allir møguleikar eru opnir. Tað hevur ljóðað, at NSÍ í øllum førum hevur víst honum áhuga umframt barndómsfelagið TB. Helst eru onnur føroysk lið eisini áhuga, har HB og B36 kunnu hugsast sum tvey av teimum.
Heini F. Sørensen hevur eins og Brandur ongantíð spælt í bestu føroysku deildini, men hann hevur sagt í vetur, at tað er møguleiki fyri, at tað verður í 2025. Har er barndómsfelagið HB nógv mest upplagt.
Daniel Johansen hevur sáttmála við Hillerød fyri 2025. Men tað hevur ljóðað síðstu tíðina, at Daniel skiftir aftur til føroyskan fótbólt í 2025. Hetta hevur tó ikki eydnast okkum at fingið váttað. Daniel hevur bara spælt við HB í vaksnamannafótbólti, men júst HB, er á pappírinum tað felagið, sum hevur minst brúk fyri einum vinstra bakki. Tí har eru Viljomur Davidsen, Ári M. Jónsson og Ási P. Dam. KÍ, NSÍ og B36 mangla vinstra bakk av topp 5 liðunum, so tað er helst har, at tað er mest upplagt at fara.
Afturat hesum eru tað møguliga aðrir útisetar, sum eisini kunnu koma uppá tal at spæla í Føroyum í 2025.