Nógv avboð gera, at fleiri nýggj nøvn kunnu væntast.
Mánadagin verður hópurin til venjingardystirnar í Baltic Cup úttikin. Hesir eru antin ikki tøkir ella sera ivasamir av ymiskum orsøkum:
Odmar Færø
Hallur Hansson
Heini Vatnsdal
Jákup B. Andreasen
Hørður Askham
Jóannes Bjartalíð
Andrass Johansen
Gilli R. Sørensen
Sonni Ragnar Nattestad
Magnus Egilsson
Mads Bo Mikkelsen
Sølvi Vatnhamar
Men hinvegin eru eisini leikarar, sum hava verið skaddir ella ikki fingið spælitíð, men sum nú eru tøkir aftur og tí helst uppá tal til eina úttøku. Tá verður hugsað um:
Meinhard E. Olsen (Mjøndalen)
Patrik Johannesen (Breiðablik)
Stefan Radosavljevic (Sligo Rovers)
U21-landsliðsleikarar verða helst við
Men afturat hesum verður helst okkurt nýtt navn, sum ikki hevur verið í hópinum áður. Og nú U21-landsliðið ongan dyst hevur, so er upplagt at hugsað, at tað verða U21-landsliðsleikarar, sum m.a. verður hugt eftir. Har eru nakrir, sum skilja seg burturúr.
Poul Kallsberg (Víkingur)
Poul Kallsberg hevur 12 málstig í Betri Deildini og kann spæla á fleiri plássum. Hann hevur ment seg nógv síðsta árið og telist nú millum bestu leikararnar í Betri Deildini.
Gullbrandur Øregaard (Sandnes)
Gullbrandur hevur síðstu tíðina fingið nógva spælitíð hjá Sandnes í næstbestu norsku deildini. Hann hevur spælt sum miðverji, men kann eisini spæla á miðvøllinum.
Samuel Chukwudi (HB)
Eftir nøkur ár við skaðum er Samuel nú aftur at síggja regluliga á vøllinum. Samuel hevur áður verið úttikin og hevur tað sum skal til fyri at spæla á landsliðnum serliga vegna sína kropsligu styrki.
Áki Samuelsen (HB)
HB-leikarin hevur í ár ment seg, og er HB-leikarin við flest málstigum. Er yngri enn hinir U21-landsliðsleikararnir.