Tað ljóðar, at tað er ein møguleiki fyri, at liðskiparin á U21-landsliðnum flytir heim til føroyskan fótbólt í summar.
21 ára gamli miðvallarleikarin skifti til Bryne í næstbestu norsku deildini tíðliga í 2023. Men Noah hevur frá byrjan havt torført við at fingið spælitíð og í 2023 var hansara leiklutur fyri tað mesta at verða innskiftari. Og higartil í 2024 hevur spælitíðin verri enn minni. Tí í fimm av átta dystum er hann ikki komin inn av bonkinum. Tí gevur tað neyvan meining hjá honum at halda fram í Bryne.
Nú ljóðar, at møguleiki er fyri, at hann skiftir til føroyskan fótbólt. Víkingur, har hann spældi við áðrenn hann skifti til Norra, er ofta nevnt sum mest upplagda boðið. Men síðani Noah fór til Norra, so hevur Aron J. Ellingsgaard gjørt hetta plássið á sentrala miðvøllinum viðsíðuna av Geza Turi til sítt og hevur í fleiri tíðarskeiðum spælt sera sannførandi. Og tí er ikki vist, at tað er nøkur vissa fyri, at Noah kemur á liðið hjá Víkingi. Men hinvegin verður kanska skjótt brúk fyri miðvallarleikara, tí Geza Turi spælir neyvan í fleiri ár afturat áðrenn hann fer uttanlands. Tí kann verða, at Víkingur fær Noah inn við tí ætlan, at hann skal avloysa Geza, tá hann fer uttanlands.
Tí kann tað verða, at aðrir møguleikar eisini verða. Og har hava tey flestu liðini helst áhuga í einum slíkum leikara við kanska undantaki av onkrum av toppliðunum, sum kanska ikki kunnu lova regluliga spælitíð, júst sum støðan er í Víkingi.
Flytingarvindeygað letur upp 15. juni.