HB hevur í kvøld kunngjørt, at royndur leikari heldur fram.
Talan er um Ára M. Jónsson, sum hevur gjørt sáttmála fyri 2026. Ári kann spæla sum vinstri bakkur og vinstri vongur, men hevur eisini roynt seg meira sentralt, tá brúk hevur verið fyri tí. Stóra avbjóðingin hevur verið skaðar. Í HB bendur nógv á, at ein annar vinstri bakkur, Lassana Faye, ikki heldur fram í felagnum.