logo
  • Heim
  • Mansfótbóltur
  • Kvinnufótbóltur
  • Ungdómsfótbóltur
  • Landsliðsfótbóltur
  • Útlendskur fótbóltur
  • Ymiskt  
    • Leikaraflytingar 2026
    • Leikaraflytingar 2025
    • Leikaraflytingar 2024
    • Leikaraflytingar 2023
    • Leikaraflytingar 2022
    • Lýsingar
Xads
Hevur forsetavalið í FSF ongan áhuga?
Mynd: Lesarabræv frá Kenneth Hovgaard

Hevur forsetavalið í FSF ongan áhuga?

Skrivað : Tíðindaskriv | 06.03.2025 - 21:14

Mong munnu tey vera, sum hugsa: “ája, nú var hann aftur úti við rívuni, tí hann hevur okkurt persónligt móti teimum í Fótbóltssambandinum.” Tað var einaferð ein, sum segði, at nú koma árliga sparkið á skinnabeinið hjá FSF frá Kenneth.

Eg havi í fleiri ár samskiftst við flest øll í FSF, og tey eru øll fitt og fryntlig menniskju, sum eg als onki persónligt havi ímóti. Lesur ein hinvegin teir bloggar, sum eg havi skrivað, og lesur man teir væl, so man neyvan vera nakar ivi um, at eg havi áhuga fyri tí, eg skrivi – og eg havi ein brennandi áhuga í, at FSF, sum størsti ítróttarfelagsskapurin í Føroyum, gongur á odda, brýtur mørk og arbeiður proaktivt fyri, at fótbólturin flytur seg frameftir. Og alt byrjar við ungdóminum…..

John Eystberg stillar upp í móti Christiani F. Andreasen, sum hevur sitið á ovastu rók í 15 ár. Nú er endiliga stríðsval! Spennandi ella hvat?

Tað bleiv øllum kunnugt tann 17.februar, at John bjóðaði seg fram sum forsetavalevni, og tá vóru greinar í flest øllum miðlum. Eftir tann dagin hevur ein samrøðu verið við John og Christian hvør sær í Rás2. Her bleiv sligið fast av vertinum, at talan var ikki um nakað alment stríðsval, og tí vóru báðar samrøðurnar áhugaverdar men ógvuliga tannleysar. Tí soleiðis, sum landið liggur, so er trupult hjá meiniga manninum og kvinnuni at síggja, hvør munurin er á teimum.

Eitt felag hevur alment meldað út, hvar teirra atkvøður fara til, nevnliga felagið, har John dagliga venur ung og vaksin; HB. Men heldur enn at greiða frá hvørjum man atkvøður fyri, so velur man at staðfesta, at John IKKI fær atkvøðurnar frá HB. Bolt.fo skrivar greinina, har formaðurin í HB greiður frá, og eg siteri:

“John hevur gjørt eitt sera gott arbeiðið sum venjari hjá HB síðstu árini, og hann vildu vit ikki missa. Harafturat er okkara kensla, at John hevur ikki ein meiriluta millum feløg. So vit eru vónbrotin av, at FC Hoyvík soleiðis fer inn í HB eftir einum av okkara týdningarnmiklastu venjarum á gentusíðuni” Grein hjá bolt.fo

So vit kunnu staðfesta, at har John dagliga “arbeiður”, vil man ikki hava hann sum forseta, tí hann er ov umráðandi sum venjari, og tí hann ikki hevur meiriluta millum feløg. Samstundis hartar man annað felag fyri at “fara eftir” honum. Onki við hví man velur Christian. Tað gangi eg bara sterkt útfrá, at man ger.

Hetta er tað einasta, sum er at lesa um forsetavalið. Har er onki annað. John hevur, sum hann sjálvur vísur til á sín facebook vanga, skrivað til øll feløg í eini roynd at sannføra tey. So hevur hann sjálvur nøkur kjarnuvirði, sum hann deilur við okkum øll.

Eg havi sjálvur vant ung í nógv ár, og eg og John hava staðið yvirav hvørjum øðrum við hvør sínum gentuliði. Eg havi somuleiðis siti á skúlabonki við John, tá vit báðir tóku venjaraskeið saman. Tað bæði hoyrist og sæst, at John brennur fyri fótbóltinum, hann brennur fyri menning; fyri tey ungu. Hann er skilagóður, fólksligur, og eg vænti ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg sigi, at tað man neyvan vera nakar, sum hevur nakað ilt at bera John.

Í fleiri ár havi eg eftirlýst eitt “opið” stríðsval. Opið skilt á tann hátt, at feløgini fáa okkurt at fyrihalda seg til. Eru valevnini bæði ósamd á nøkrum økjum? Hví tekur sendingin “Fótbóltsprát”, sum í fleiri vikur bara hevur tosað um venjingardystir, slatur og komandi landsliðsvenjarar ikki tikið valið upp á tungu. Hví hevur man ikki bjóðað teimum til eitt kjak? Hví fyriheldur man seg ikki til, at sami forseti hevur sitið í 15 ár og gongur í móti teim 19. Hevur man ikki tørv á broyting? Hevur man ikki hug at hoyra, hví Christian heldur, at hann er eitt betur val enn John? Ella er tað undirforstaðið? Aðrir miðlar fáa sama kritikk.

Onkur vil eisini vera við, at feløgini skulu nokk finna útav hasum sjálvi, uttan at alt Føroya fólk fær tað við. Møguliga tað, men hví verður so ikki kallað inn til ein kjakfund, har “bara” feløgini verða bjóðaði? Tá atkvøðast skal, eru sjálvdan meira enn tvey umboð pr felag, onkuntíð bara eitt. So er tað hetta eina umboðið, sum skal avgera, hvar krossurin skal setast. Hava øll feløgini ítøkiliga viðgjørt forsetavalið, ella hongur man bara í halan á teimum stóru feløgunum? Eru nývaldu forfólkini ella nevndarlimirnir í teimum ymisku feløgunum íklædd til at hava eina so týðandi meining so stutt undan eini so stórari avgerð?

Nú eru bara tveir dagar til sjálvt valið, og tað spyrst neyvan nakað meir burturúr hesum stríðsvalinum. Tað hevði eg ynskt. Eg vóni bara, at óansæð hvørjum forfólkini atkvøða fyri, so er tað mín vón, at man hevur fingið greitt at vita frá báðum valevnum, hvat viðkomandi ætlar at avrika komandi fýra árini. Spyrjið tykkum sjálvi, um tit veruliga hava hugsað, hví tit fara at atkvøða, sum tit gera. Tit hava rættiliga stórt vald, og tit eru eisini vald í nevnd at umsita hetta við ábyrgd og harvið at seta tykkum inn í forsetavalið.

Góða eydnu til bæði Christian og John,

gott val!

Share

Nýggjastu tíðindir

Tað var stórur spenningur í øllum dystum í dag
Tað var stórur spenningur í øllum dystum í dag
AB-B68 er fluttur til sunnukvøldið
AB-B68 er fluttur til sunnukvøldið
Hesir døma komandi umfar
Hesir døma komandi umfar
Metingar um 22. umfar
Metingar um 22. umfar
Heilfluktarin hesa vikuna
Heilfluktarin hesa vikuna
Géza Dávid Turi var besti leikarin í Grimsby í august
Géza Dávid Turi var besti leikarin í Grimsby í august
Erik Sorga spælir nú við estisku meistarunum
Erik Sorga spælir nú við estisku meistarunum
Hjartaliga til lukku Víkingur
Hjartaliga til lukku Víkingur
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 22. umfari
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 22. umfari
Landsliðslegendur manna venjaratoymið hjá KÍ restina av kappingarárinum
Landsliðslegendur manna venjaratoymið hjá KÍ restina av kappingarárinum
HB, B36 og Víkingur hava uppalt flestar nýggjar A-landsliðsleikarar
HB, B36 og Víkingur hava uppalt flestar nýggjar A-landsliðsleikarar
Hesir átta leikararnir hava leikbann í 22. umfari
Hesir átta leikararnir hava leikbann í 22. umfari
HB, KÍ og HB vunnu fyrstu ungdómsfinalurnar
HB, KÍ og HB vunnu fyrstu ungdómsfinalurnar
Fótbóltsprát 7. september
Fótbóltsprát 7. september
Fróði Benjaminsen tekur yvir í KÍ nú
Fróði Benjaminsen tekur yvir í KÍ nú
Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Mikkjal K. Thomassen verður nýggjur venjari hjá HB
Sigurin hjá Víkingi økir trýstið á KÍ, HB og B36
Sigurin hjá Víkingi økir trýstið á KÍ, HB og B36
So nógv best hevur HB verið síðstu átta umførini
So nógv best hevur HB verið síðstu átta umførini
Lokalir, ungir og svangir Víkingar
Lokalir, ungir og svangir Víkingar
Video: Sølvi Vatnhamar eftir 10. løgmanssteypið/FM við Víkingi
Video: Sølvi Vatnhamar eftir 10. løgmanssteypið/FM við Víkingi

Stigatalvan 2026

1. NSÍ45 stig
2. KÍ44 stig
3. HB38 stig
4. B3635 stig
5. Víkingur34 stig
6. AB24 stig
7. EB/Streymur23 stig
8. Skála22 stig
9. 07 Vestur18 stig
10. B6817 stig

Málskjúttar

Petur KnudsenNSÍ10 mál
Páll A. KlettskarðKÍ8 mál
Simon JørgensenSkála7 mál
Michal PrzybylskiNSÍ7 mál
Aron BenjaminsenVíkingur7 mál
Árni FrederiksbergKÍ7 mál

Upplegg

Árni FrederiksbergKÍ16 upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur10 upplegg
Luca ThorstensenAB9 upplegg
Jann BenjaminsenNSÍ7 upplegg
Petur KnudsenNSÍ7 upplegg
Mathias VossHB7 upplegg

Málstig

Árni FrederiksbergKÍ23 mál/upplegg
Aron BenjaminsenVíkingur17 mál/upplegg
Petur KnudsenNSÍ17 mál/upplegg
Marius K. LindhNSÍ12 mál/upplegg

Deyðbóltsstøður (skorað mál) - Dagført eftir 21. umfar

NSÍ15 mál
KÍ15 mál
Skála12 mál
EB/Streymur10 mál
B6810 mál
AB10 mál
Víkingur9 mál
B369 mál
HB7 mál
07 Vestur5 mál

Deyðbóltsstøður (latið mál inn)

KÍ6 mál
NSÍ8 mál
Víkingur9 mál
B36 9 mál
Skála10 mál
07 Vestur10 mál
AB11 mál
EB/Streymur11 mál
HB12 mál
B6816 mál

Mál í spæli (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

HB31 mál
NSÍ29 mál
KÍ27 mál
B3622 mál
Víkingur21 mál
AB19 mál
EB/Streymur15 mál
07 Vestur13 mál
B6811 mál
Skála9 mál

Mál í spæli ímóti (Mál sum ikki eru skorað uppá deyðbóltsstøður)

Víkingur12 mál
KÍ13 mál
HB13 mál
B3613 mál
NSÍ15 mál
EB/Streymur21 mál
AB22 mál
Skála22 mál
07 Vestur23 mál
B6825 mál

Beinleiðis frísparksmál síðani 2015

A. JustinussenHB21 mál
Á. FrederiksbergKÍ/B36/NSÍ16 mál
P. KnudsenNSÍ9 mál
B. OlsenNSÍ6 mál
J. BjartalíðKÍ5 mál

Stigatalvan kvinnur

Endaspæl FM-bólkurStig
1. KÍ46 stig
2. HB41 stig
3. Víkingur27 stig
4. Skála14 stig
..
Endaspæl bólkur bStig
1. 07 Vestur14 stig
2. B3612 stig
3. ÍF7 stig
4. FC Suðuroy4 stig
Vís meira

Málskjúttar

NavnFelagGrundspæl+endaspæl
Durita HummelandKÍ8+8 mál
Julia Naomi MortensenHB11+3 mál
Brá ZakariasardóttirHB9+1 mál
Sólja ErnstsdóttirKÍ8+1 mál

Føroyingar til ella úr føroyskum fótbólti

Úr føroyskum fótbólti 2026 (6)FráTil
Aron BenjaminsenVíkingurHearts
Árni Nóa AtlasonVíkingurVendsyssel
Ari OlsenVíkingurVendsyssel
Olaf BárðarsonVíkingurSandnes
Pætur PetersenB36Hillerød
Ari í Haraldsstovu Petersen07 VesturÍBV
Til føroyskan fótbólt 2026 (5)FráTil
Meinhard E. OlsenKoldingNSÍ
Pætur PetersenHillerødB36
Aron BenjaminsenKristiansundVíkingur
Dávid ReynheimTorino (U18)KÍ
Árni Nóa AtlasonEgersundsVíkingur
Úr føroyskum fótbólti 2025 (8)FráTil
Árni Nóa AtlasonVíkingurEgersunds
Mattias HellisdalB36Västerås SK
Poul KallsbergVíkingurHillerød
Samuel ChukwudiHBSJK Seinäjoki
Hanus SørensenHBCelje
Áki SamuelsenHBRanheim
Géza Dávid TuriVíkingurGrimsby Town
Andrass JohansenB36Fremad Amager
Til føroyskan fótbólt 2025 (5)FráTil
Patrik JohannesenBreiðablikKÍ
Brandur HendrikssonFredrikstadNSÍ
Stefan RadosavljevicSligo RoversVíkingur
Heini F. SørensenThistedHB
Daniel JohansenHillerødKÍ
Úr føroyskum fótbólti 2024 (5)FráTil
Heri MohrHBStrømmen IF
Adrian JustinussenHBHillerød
Mattias LamhaugeB36Fredericia
Martin K. JoensenVíkingurNjardvík
Dávid ReynheimHBTorino
Til føroyskan fótbólt 2024 (6)FráTil
Elias RusborgHvidovreHB
Martin K. JoensenNjardvíkVíkingur
Petur KnudsenEl PasoNSÍ
Rasmus NilssonFremHB
Pætur PetersenKAKÍ
Gilli RólantssonVejleTB
Úr føroyskum fótbólt 2023 (10)TilFrá
Hørður AskhamHBAB
Daniel JohansenHBThisted
Gilli R. SørensenTBVejle
Gunnar VatnhamarVíkingurVíkingur R
Stefan RadosavljevicHBSligo Rovers
Noah MneneyVíkingurBryne
Pætur PetersenHBKA
Jóannes BjartalíðKÍFredrikstad
Klæmint A. OlsenNSÍBreiðablik
Daniel JohansenHBFredericia
()
Til føroyskan fótbólt 2023 (5)FráTil
Daniel JohansenFredericiaHB
Hallur HanssonKRKÍ
Gilli R. SørensenOddsTB
Viljormur DavidsenHelsingborgHB
Samuel ChukwudiUnion SGHB
Vís meira

Toppskjúttar í Evropafótbólti fyri føroysk lið

NavnFelagMál
Páll KlettskarðKÍ16
Árni FrederiksbergKÍ15
Levi HanssenHB/EB/Streymur9
Michal PrzybylskiB36/HB/NSÍ9
Klæmint OlsenNSÍ8*
Sølvi VatnhamarVíkingur8
Deni PavlovicKÍ6
Petur KnudsenNSÍ6
Bergur MidjordB365
Jákup BiskopstøKÍ5
Olgar DanielsenKÍ5
*+ trý mál fyriBreiðablik
Vís meira

Um Bolt.fo

Bolt.fo er føroysk heimasíða, ið fyrst og fremst varpar ljós á føroyskan fótbólt, ið er best umtókta ítróttagrein í Føroyum, bæði hvat viðvíkur virknum limum og áskoðarum. Bolt.fo gevur umrøðu til vaksnamannadeildirnar og ungdómsdeildirnar hjá báðum kynum eins og vit fylgja føroyingum, ið royna seg uttanlands.
Hevur tú eitt hugskot ella evnið, ið heimasíðan skuldi tikið upp, send so teldupost til bolt@bolt.fo ella ring tlf. 228660.

  • facebook
  • twitter
  • instagram
  • pinterest
© bolt.fo 2026