Ein broyting væntast ímun til venjaratoymið í november.
Enn hava vit ikki hoyrt alment um, hvussu venjaratoymið hjá A-landsliðnum fer at síggja út. Men sambært góðum keldum, so verður tað sama venjaratoymið sum seinast við einari broyting. Kropsligi venjarin, Eli N. Leifsson, er upptikin við fleiri øðrum landsliðum m.a. U17-gentulandsliðnum, sum skal luttaka í EM-endaspælinum í Føroyum. Fyri hann vendur Magni Mohr aftur. Hann var kropsligur venjari undir Håkan Ericson.
Venjaratoymið:
Høvuðsvenjari: Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari: Atli Gregersen
So tippa vit, at restin av venjaratoyminum verður hetta:
Málmansvenjari: Geza Turi
Greinari: Jákup Reinert Højgaard
Kropsligur venjari: Magni Mohr