Vit hava hugt eftir, hvussu nógvir føroyingar hava spælt og spæla uttanlans umframt, hvar Føroyar hava ligið á styrkislistum fyri feløg og landslið undir teimum sjey landsliðsvenjarunum hjá Føroyum.
Fyri at fáa eitt betri landslið er neyðugt við betri leikarum og fyri at fáa betri leikarar er neyðugt við leikarum, sum spæla í deildum, sum eru á hægri stigi enn tann føroyska. Men somuleiðis er týdningarmikið, at tann føroyska kappingin er góð.
Hyggja vit afturá søguna umvegis FaroeSoccer og taka tríggjar tær síðstu landsliðssúttøkurnar hjá hvørjum landsliðsvenjara, so sást, at talið av leikarum uttanlands vaks fram til Henrik Larsen gavst í 2005(9). Síðani lækkaði talið og tað fór ikki uppum aftur fyrr enn Lars Olsen gavst í 2019(12). Undir Håkan Ericson hevur tað staðið í stað, har tað var ein leikari færri(11).
Á styrkislistanum fyri feløg hevur Betri Deildin ongantíð verið hægri enn undir Håkan Ericson. Hinvegin eru Føroyar dalaðar á FIFA-styrkislistanum, sum er styrkislistin fyri landslið. Av UEFA-londunum lógu Føroyar 24. oktober 2024 á 48. plássi av teimum 55 UEFA-limalondunum. Tað eru fýra pláss lægri enn, tá Lars Olsen gavst í 2019.