Vongurin hjá Víkingi hevur ongan sáttmála fyri 2026.
22 ára gamli Olaf Bárðarson hevur síðstu árini mangan havt ein stóran leiklut á liðnum hjá Víkingi, har hann sambært FaroeSoccer stendur skrásettur fyri 36 mál í 124 dystum. Hann hevur ongan sáttmála fyri 2026 og søgur hava sent hann m.a. uttanlands at spæla. Vit hava spurt hann, hvar hann spælir í 2026.
- Eg byrji at venja við Víkingi mánadagin, men eg havi ongan sáttmála. Eg havi ikki tikið nakra avgerð enn um 2026, sigur Olaf Bárðarson við bolt.fo. At hann byrjar at venja við Víkingi kundi bent á, at spælir hann í Føroyum, so verður tað framhaldandi í Víkingi.
Fleiri broytingar hava verið í Víkingi. Mikkel Hyllegaard og Filip Djordjevic eru komnir til og eisini ljóðar, at Víkingur hevur víst áhuga fyri Dávid B. Andreasen, sum gavst á besta liðnum hjá KÍ áðrenn síðstu umførini. U21-landsliðsleikarin hevur tó sáttmála við KÍ fyri 2026 og tí skal KÍ góðtaka eina komandi avtalu.