Svenskir miðlar sum Sportbladet og Aftonbladet endurgeva í dag tíðindaskriv frá uppsagda Håkan Ericson. Í fyrsta brotinum sigur hann, at hansara ár hava verið tey árini við søguliga størst framgongd í føroyskum landsliðsfótbólti. Tað hava vit í aðrari grein viðgjørt og víst á, at tað er ein útsøgn, sum krevur nærri útgreining, tí helvtin av kappingardystunum hjá Håkan eru í Nations League.
Håkan skrivar, at hansara meiningar um, at fáa fleiri leikarar uttanlands, at fáa eitt endaspæl í landskappingini og at hava ein spælistíl, sum ikki er ov verjukendur hevur ikki verið móttikið væl av fólkum, sum hava stóra ávirkan á miðlaumhvørvið, sum hann orðar tað. Håkan skrivar, at úrslitini og spælið hjá landsliðnum hava fingið jaliga umtalu uttanlands, men at hann følir, at tað sama ikki er hent í Føroyum.
Håkan letur annars væl at tíðini í Føroyum og skilir avgerðina hjá FSF um at steðga samstarvinum nú. Sí tíðindaskrivið niðanfyri.